Tú hevur einans fá sekund at fanga uppmerksemið
Vit gera tað lættari fyri teg
Tú hevur einans fá sekund at fanga uppmerksemið
Vit gera tað lættari fyri teg
Vilt tú síggjast, har tú ert?
boa hevur hópin av lýsingartilfari til vinnuna og stovnar. Vit bjóða bæði ráðgeving og sniðgeving.
Úrvaldar vørur
Minst til, at tínar vørur og tænastur eru tað týdningarmesta, tá tú fart møguleikan av vísa fram
Somuleiðis er tað týdningarmikið, at hetta verður víst á ein hóskandi hátt, ið vekir ans og vísur tykkara vørur og tænastur frá teirra bestu síðu. Setið tykkum í samband við okkum í dag!
Um vørurnar frá boa
Øll skap til alskins endmál
Vel í millum hópin av skeltum, møblum, básum og øðrum lutum, ið gera teg og tínar vørur og tænastur sjónligari.
Flestu vørurnar fáast í fleiri støddum og sniðum. Hetta gevur sera nógvar møguleikar at seta saman til bæði størri og smærri tiltøk.
Praktisk system
Systemini eru framleitt úr løttum og haldgóðum tilfari, ið kann endurnýtast fer eftir fer. Tað er skjótt og einfalt at seta saman og pakka niður.
Eisini fáast taskur og onnur útgerð, ið gera tað sera ómakaleyst at flyta og goyma.
Einfalt, rímiligt og endurnýstla
Tað er sera einfalt at snigeva loysnirnar, so tær passa júst til tín tørv. Dúkar og annað grafiskt tilfar er somuleiðis lætt at skifta út og kann bíleggjast fyri seg. Hetta ger, at loysnirnar frá boa eru munandi bíligari og burðardyggar í longdini.
Prísdømir
Ramma úr aluminium - print á polyesterdúk á báðum síðum - íroknað tasku - við frakt og toll.
Vegleiðandi prísur úr: 4.195,00 kr u/mvg
Við innbygdari lufttøkni - dupultsíðu print á polyesterdúk - íroknað tasku - við frakt og toll.
Vegleiðandi prísur: 5.595,00 kr u/mvg
Ymisk snið og støddir.
Vegleiðandi prísur úr: 1.395,00 kr u/mvg
Til innan og uttandurað brúk. Er sera slitsterkur og UV-viðgjørdur.
Vegleiðandi prísur úr: 2.495 kr. u/mvg
Prísirnir eru allir vegleiðand. Frakt er ikki íroknað.
Vit koyra eisini javnan kampagnur uppá ymiskar vørur har ið góður avsláttur verður givin.
Seti tykkum í samband við boa í dag og fá eitt gott tilboð.
Okkara samstarvsfelagir
boa samstarvar við flestu lýsingarfyritøkur í Føroyum. Tykkum skal vera frítt at nýta tykkara fasta veitara til sniðgeving og annað. Vit eru sjálvandi eisini til reiðar at ráðgeva og sniðgeva fyri tykkum.